Undirritaði teknar seg sum haldara av Skips Sosialinum.
* = skal útfyllast
* Navn á skipi:
* Navn á kontaktpersóni:
* e-mail umborð:
* Postnummar:
* Búðstaður:
* Bygd/býur
* Land
Postboks:
Heima e-mail:
Telefon:
Viðmerkingar:
Stuðlað hevur
Eg ynski hettar útgávuslagið:
1.
HTML útgáva (zip)
HTML útgáva (exe)
HTML Print útgáva (zip) - (fyllir minni)
2.
Tekstútgáva (eingin viðfesting)
zip viðfesting krevur WinZip til útpakkingar (er ókeypis).
exe viðfesting er ein Sjálvútpakkandi útgáva.
Um útgávurnar:
1. HTML útgávan inniheldur allar greinir í Sosialinum. Sera løtt at lesa á telduni, og løtt at finna runt í. Er býtt sundur í partar á 50 kb., men verður tó sett saman aftur til eitt umborð. Zip útgávan er í veruleikanum tann sjálvútpakkandi útgávan, - men goymd innan í Zip fílum. (sí niðanfyri)
Print-útgávan er allar greinir í eini langari røð - klárar til útskrift, og finst hendan eisini í vanligu HTML útgávuni. Print-útgávan er sostatt hesin parturin einsamallur - og fyllir tískil minni. Print-útgávan riggar eisini væl til at verða lisin á telduni, men HTML-útgávan er lættari at finna runt í.
2. Tekst útgávan verður nýtt, tá viðfestingar ikki eru loyvdar í e-mailinum. Hesin tekstur er ikki eins lættur at lesa sum HTML útgávan, og liggur hann eisini sum tekstur innan í sjálvum e-mailinum. Teksturin verður býttur sundur í hóskandi partar á uml. 50 kb., og sendur í fleiri umførum.
Prísir:
Einkulthald: Kr. 6.- fyri hvørja ferð. (Galdandi tá ið 1 til 3 føroyingar eru umborð á sama skipi.
Vinnuhald: Kr. 12.- fyri hvørja ferð. (Galdandi tá ið fleiri enn tríggir føroyingar eru umborð á sama skipi.
Viðmerkingar:
Viðv. Inmarsat C:
Skips Sosialurin verður ikki uttan víðari sendur til Inmarsat C satelitt sambond. Hetta kemst av, at tað er sendarin ið rindar fyri sendingina, og hartil er Inmarsat C ikki ætlað til tunga ferðslu. Skips Sosialurin verður einans sendur til skip, har mótakarin rindar fyri sambandið.
Í ávísum førum ber tó til at nýta Inmarsat C til Skips Sosialin, men tá má avtala gerast við satelitt veitaran. Nærri kunning um Inmarsat C kann fáast við at venda sær til satelitt veitaran beinleiðis ella á teirra heimasíðu.
Áður enn støða verður tikin til hvørt slagið ein ynskir at fáa sendandi, er upp á sítt pláss, at nærri verður greitt frá muninum millum hesar, og serliga um vanligar forðingar ið gera seg galdandi viðv. internet samskiftinum við skip, ið stava frá ymsum trygdarfyriskipanum, ið tey einstøku reiðarí / skip hava sett í verk.
Trygdarkrøvini umborð á skipunum eru ymisk, og er neyðugt hjá haldaranum at vita um hesi, skal Skips Sosialurin hava møguleika fyri at koma trygt fram. Nøkur dømi:
Umborð á onkrum skipum ber ikki til at móttaka e-mail ið fylla meira enn 60 Kb.
Summi skip loyva ávísum viðfestingum men forða fyri øðrum. Eitt dømi kann vera at viðfestingar við endingini 'jpg', 'gif', 'zip' osv. sleppa ígjøgnum, meðan 'exe', 'vbs' osv. verða forðaðar. Í hesum føri velur ein Zip viðfesting.
Onnur skip loyva als ikki viðfestingum, og er tá bert ein nýtiligur møguleiki, nevniliga Tekst-útgávan, ið er, at allur Sosialurin verður sendur innan í einum ella fleiri e-mailum - alt eftir støddini. Seinni kemur ein snild útgáva, har ein viðfesting verður gjørd um og send sum tekstur, ið síðani aftur verður gjørdur til ein sjálvútpakkandi fílu umborð. Hettar fer tó at krevja eitt forrit umborð, ið Sosialurin útvegar haldarunum, og sum verður tøkt at taka niður frá www.sosialurin.fo/sosialurin/download. Hettar merkir, at skip, ið annars ikki kunnu móttaka viðfestingar, á henda hátt kortini kunnu móttaka tilfar ið annars bert kann sendast sum viðfesting.
Eru ongar forðingar umborð, hvat viðvíkur stødd og viðfestingum, so er tann besta og ómaksleysasta útgávan so avgjørt HTML útgávan, og vald sum "sjálvútpakkandi" (exe).