Týsdagur 9. februar 2010
 
  Adressa
Gerst haldari Um Sosialin Startsíða Lýsingatorgið Dagsins blað
Títt login: 
 
 
 
2010 avgerandi fyri føroyska oljuvinnu
Umframt at ENI fer at bora í vár, so er stóra avbjóðingin í 2010, hvørjar ætlanir Statoil hevur í eitt nú loyvi 008, sum gongur út í januar. Eygleiðarar gita, at møguleiki er fyri, at Statoil fer at átaka sær eina boring við markið kanska longu í 2011. Og tað kann fáa alstóran týdning fyri oljutilgongdina.
 
Væleydnaðar boringar vestan fyri Hetland
Úrslitini av síðusporbrunnum á Glenlivet og Tornado leiðunum vestan fyri Hetland vísa, at fundini, sum vórðu gjørd í farna mánað eru meira áhugaverd enn higartil hildið. Møguleiki er fyri framleiðslu á báðum leiðum og samtíðis fáa tær eisini positiva ávirkan á gongdina á Føroyaøkinum.
 
 
Statoil vinnur nógvan pening
Tað mest virkna felagið á Føroyaøkinum, StatoilHydro – sum í hesi vikuni skifti navn til bert at eita Statoil aftur – hevði eitt nettoyvirskot fyrstu 9 mánaðarnar uppá góðar 28 milliardir norskar krónur.
 
Oljuleiting ikki í vanda
Oddagrein:
 
StatoilHydro átekur sær leiklutin hjá Chevron
-og við hesum situr norska oljufelagið á tilsamans seks loyvum á landgrunninum. Stjórin Rúni Hansen sigur, at felagið sær stórar møguleikar í Føroyum og raðfestir økið her høgt.
 
Broytir ikki støðuna at Chevron gevst
-Tað er meira hugaligt at síggja feløg koma inn á landgrunnin, enn at tey rýma. Men uppá stutt sikt broytir hetta ikki nógv uppá leitiviðurskiftini, tí tey verða tey somu eftir at Chevron er farið út. Loyvið verður longt og bindingarnar eru har, men psykologiskt er tað spell.
 
Oljurisin Chevron rýmir úr Føroyum
Eitt av heimsins størstu oljufeløgum, amerikanska Chevron, hevur gjørt av at rýma úr Føroyum. Hetta hendir stutt eftir, at ein annar oljurisi, BP tók somu avgerð.
 
Jarðfeingi um Tornado: Sera gott fyri okkum
-Hetta sær ikki so galið út. Tað er av fínasta slag.
 
 
Tornadofundið týdning fyri Føroyaøkið
So tætt við markið er nýggja fundið hjá Faroe Petroleum, at tað er sum at standa á molanum í Havn og hyggja út í hálvan Nólsoyarfjørð sigur Nils Sørensen, stjóri.
 
Oljan nærkast
Oddagrein:
 
 
Oljan tríggjar fjórðingar frá markinum
Eitt oljusamtak, sum Faroe Petroleum er partur av, hevur funnið kolvetni einans tríggjar fjórðingar frá føroyska markinum.
 
 
Føroyingar bróta upp úr nýggjum í krepputíðum
-Tað er gott at síggja, at eitt føroyskt felag, við føroyskum partaeigarum, føroyskari leiðslu og eini altjóða nevnd við servitan innan supply vinnuna og innan skiparakstur, nú kreppa hevur leikað á um allan heim, er ført fyri at bróta burtur úr nýggjum og seta sær høg mál innan frálandavinnuna. Eitt av málunum er rokkið í dag, nú reiðaríðið hevur fingið fyrsta supplyskipið, Eldborg segði stjórin í EIK, Marner Jacobsen á hátíðarløtuni í Norðurlandahúsinum leygardagin fyri nýggju Eldborg. Vit prenta røðu hansara.
 
Hví ikki EITT føroyskt oljufelag!
Oddagrein:
 
 
Flaggskipið í spírandi oljutænstuvinnu
-Hetta skip kann av sonnum kallast flaggskipið, eitt - state of the art skip - innan eina føroyska spírandi oljutænastuvinnu, sum vónandi fer at verða enn ein týðandi inntøkukelda fyri samfelag okkara um fá ár segði Johan Dahl, landsstýrismaður m.a. í røðu síni í Norðurlandahúsinum leygardagin í sambandi við at Eldborg varð doypt. Hann segði víðari:
 
 
Atlantic Petroleum leggur til brots av nýggjum
Eftir spennandi og mennandi 10 ár í altjóða oljuvinnuni hevur føroyska oljufelagið, Atlants Kolvetni, og í umheiminum kent sum Atlantic Petroleum sett út í kortið av nýggjum
 
Eldborg og frálandavinna
 
Farið til oljumessu í Aberdeen
-Eg fari staðiliga at heita á vinnuna og kommunur um at standa saman um básin á oljumessuni í Aberdeen í heyst. Hetta sigur formaður í vinnu- og handilsnevndini í Runavíkar kommunu, Klæmint Østerø.
 
Vit mugu vera við í útlandinum
 
Fara kortini til oljumessu í Aberdeen
Føroysk virki fara nú kortini til oljumessu í Aberdeen í september. Eitt skifti sá út til, at føroyska luttøkan mátti avlýsast, tí so fá virki høvdu teknað seg. Nù er avgjørt at minka um støddina á básinum og verður luttøkan tí bíligari.
 
 
StatoilHydro seismikk við Føroyar fyri 50 mill. kr.
StatoilHydro er saman við Dong, Atlants Kolvetni og Føroya Kolvetni í gongd við at skjóta seismikk á landgrunninum fyri 50 milliónir krónur. Harrier Explorer var á Havnini í gjár.
 
Oddagrein· Atlants Kolvetni nýtt blóð
Føroyska oljufelagið Atlants Kolvetni hevur fingið nýtt blóð í æðrarnar. Helvtin av nevndini er nýggj og er ein stjóri aftrat settur í leiðsluni. Hvørt hetta boðar frá góðum ella ikki kann bert tíðin vísa. Men tey og teir, sum hava lagnuna hjá felagnum í sínum hondum, fíggingarstovnar serstakliga, hava viljað hetta so, og tí mugu vit velja at trúgva, at hetta er tað besta, sum kann henda fyri felagið og mongu partaeigarar tess.
 
 
Vil skapa felagnum tryggari framtíð
-Avbjóðingin hjá okkum uppá stytri sikt er at syrgja fyri at stilla felagið soleiðis, at vit um eitt til tvey ár hava eitt felag, sum øðrumegin svarar hvørjum sítt men sum samtíðis eisini hevur kapital til at vera við í framhaldandi oljuleiting. Vit eru farin í arbeiðsklæðini og arbeiða nú miðvíst og stig fyri stig fyri at skapa felagnum eina góða og trygga framtíð sigur nýggi nevndarformaðurin í Atlants Kolvetni, Birgir Durhuus. Hann hevur vónir um, at tað fer at eydnast. Sosialurin hevur tosað við hann.
 
 
Nýggj nevnd í Atlants Kolvetni
Føroyska oljufelagið Atlants Kolvetni er nú farið til verka við nýggjari nevnd og lutvíst nýggjari leiðslu.
 
Áhugaverd oljuráðsstevna
Oddagrein:
 
 
Løgmaður: -Vit mugu marknaðarføra undirgrundina væl
-At talið av umsóknum um leitingarloyvi hevur verið minkandi, og at onkur feløg fyribils hava tikið seg úr føroyska økinum, hevur kanska fingið onkran at ivast í, hvussu bjarta framtíð oljuvinna í Føroyum nú man hava. Tað dugi eg onga orsøk at síggja til at seta spurnartekin við. Tí vit hava eina “vøru” at selja segði Kaj Leo Johannessen, løgmaður, tá hann setti oljuráðstevnuna í Havn
 
Eingin oljuboring í summar
Anne Marie brunnurin verður boraður í februar næsta ár
 
 
Shell framhaldandi við í føroyskari oljuleiting
Shell, sum er eitt av heimsins størstu oljufeløgum, hevur ongar ætlanir at taka seg úr Føroyum, hóast høvuðs samstarvsfelagið BP hevur gjørt av at rýma av landgrunninum. Hetta sigur Tummas Hansen, fíggjarstjóri hjá Shell í Danmark
 
BP gevst í Føroyum
Eftir at hava brúkt onkunstaðni millum 1 og 2 milliardir krónur til at leita eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini og til førleikamenning í Føroyum í góð 10 ár hevur eitt av heimsins størtu oljufeløgum, BP ella British Petroleum gjørt av at gevast við øllum sínum virksemi í Føroyum.
 
 
Atlantic Petroleum varðveitir ognarpartin á 8,27% í Blackbird
P/F Atlantic Petroleum boðar í dag frá, at ognarparturin hjá felagnum á 8,27% í enska loyvi nr. P.317, íroknað Blackbird fundið, verður óbroyttur.
 
 
Norðmenn bonskir móti føroyingum
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum heldur ikki, at Føroyar eiga at lata norðmonnum burtur av eykakvotuni av makreli afturfyri lodnu, sum kanska kann koma uppá tal komandi ár. – Makrelur er dýrur fiskur, og tað ræður um hjá okkum – og er okkara skylda - at tryggja okkum ein rímiligan býtispart. Vit eiga okkara rættvísa part av makrelinum, og tað er ógvuliga umráðandi at fáa staðfest henda rættin, sigur Jacob Vestergaard
 
Stórur spenningur um ENI boring í summar
Boringin av sjeynda leitibrunninum á landgrunninum í summar verður tann mest spennandi hendingin í hesum árinum, tá talan er um royndirnar at finna olju og gass í føroysku undirgrundini sigur stjórin á Jarðfeingi, Petur Joensen við Portalin.
 
BP rýmir helst av landgrunninum í ár
-Vit fara at síggja broytingar, at feløg bæði fara út og koma inn. Og soleiðis vil tað altíð vera, tí feløg broyta og endurskoða eisini sínar ætlanir. Tað er ikki óhugsandi, at nýggj feløg koma inn í føroyska økið í ár, tvs. at tey keypa seg inn í verandi loyvi sigur Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi.
 
Royndarframleiðslan á Breagh væleydnað
Faroe Petroleum boðar frá, at royndarframleiðslan frá báðum brunnunum, sum vórðu boraðir á Breagh økinum, í syðra parti av bretska Norðsjónum, eydnaðist væl. Undir royndarframleiðsluni vórðu upp til 26 mió kubikk føtur av gassi framleiddar um dagin, úr eini gassfláð, sum er 1200 føtur long. Faroe Petroleum hevur 10% av loyvinum.
 
 
Næsta oljuleiðin hjá Atlantic Petroleum nærkast framleiðslu
Framleiðsluskipið, Aoka Mizu, sum Atlantic Petroleum saman við øðrum hevur leigað til framleiðslu av Ettrick leiðini, er nú komið til Rotterdam, har skipið skal góðkennast av bretskum myndugleikum, áðrenn farast kann víðari út í Norðsjógvin til Ettrick leiðina.
 
 
SHEFA verpir gullegg til Føroyar
Føroyski KT og samskiftisrisin, Føroya Tele er við at byggja sær upp nýggjar marknaðir uttan fyri landoddarnar. Fyritøkan hevur gjørt avtalu við bretska oljurisan BP og bretska samskiftisrisan BT um at veita ávikavist oljupallunum vestan fyri Hetland og oyggjabúgvunum í Orknoyggjum og Hetlandi týðandi tænastur. Nú gongur leiðin víðari út í Norðsjógvin.
 
 
Tann síðsta oljan
Oljan í heiminum er um at ganga undir. Men í Føroyum brúka vit næstan bara olju. Tí noyðast vit at fara frá oljuni, áðrenn hon fer frá okkum. Hetta er greiði boðskapurin frá Magna Laksáfoss, búskaparfrøðingi
 
Føroya Tele veitir samband til frálandavinnuna
Føroya Tele og bretska oljufelagið BP hava skrivað undir ein langtíðar sáttmála, sum ber við sær, at BP keypir samband við høgum kapasiteti frá Føroya Tele á SHEFA-2 kaðlinum til boripallarnar Clair og Schiehallion, vestanfyri Hetland.
 
Oddagrein· Ein sólskinssøga
Tær eru ikki nógvar í hesum myrku døgum – sólskinssøgurnar. Men tær eru har. Ein teirra sá dagsins ljós í føroyska miðlaheiminum í gjár. Samskiftis- og KT fyritøkan Føroya Tele hevur við síni SHEFA kaðalsverkætlan framt spennandi nýbrot í føroyskum vinnulívi. Vit hugsa her fyrst og fremst um hjávinningarnar, har SHEFA hevur latið upp dyr til altjóða oljuvinnuna og til eitt samstarv við samskiftisvinnuna í Bretlandi.
 
Oddagrein· Leiting tryggjað í seks ár
Í vikuni lat landsstýrismaðurin í vinnu/oljumálum trý nýggj leitiloyvi á landgrunninum. Við hesum loyvum er leitingin tryggjað í seks ár aftrat vísti landsstýrismaðurin á í samrøðu við Rás2/Sosialin. Hann vónaði, at leitingin fer at føra til, at kolvetni í rakstrarverdugum mongdum verða funnin í framtíðini.
 
 
Seta sítt álit á Kúlubøkuna
Leitistjórin hjá StatoilHydro fyri Føroyaøkið, Garreth Allinson er fegin um nýggjasta leitiloyvi í ein landnyrðing úr Føroyum. Hann heldur møguleikar vera fyri at finna elefantar í økinum, sum á oljumáli eru risastórar olju- og gasskeldur. Ein er Kúlubøkuleiðin norðaliga við markið.
 
 
Føroyar kjarnuøki hjá StatoilHydro
Norski oljurisin StatoilHydro setir nú síni sjónligu fingramerki á føroyska landakortið. Við stórum fetum setir hesin oljurisin nú kósina longur norðureftir og nærkast heimaliga umhvørvinum, markinum millum Føroyar og Noreg. Stjórin heldur økini í ein landnyrðing úr Føroyum vera sera áhugaverd og fegnast um, at teirra umsókn varð gingin á møti.
 
 
Norðurlendsk oljufeløg taka saman hendur
Størsta loyvi, sum nakrantíð er latið til oljuleiting á føroyska landgrunninum, er L016, sum liggur í ein landnyrðing úr Føroyum, nógv norðari enn leitað hevur verið áður. Tað fer til eitt samtak, sum fevnir um fýra norðurlensk oljufeløg, norska Statoil/Hydro, danska DONG og føroysku Atlantic Petroleum og Faroe Petroleum.
 
 
Risastórt øki latið til oljuleiting
-Føroyski landgrunnurin er framhaldandi áhugavert leitiøki. Tað hevur sínar avbjóðingar, gamaní – men eg havi góðar vónir til, at tað stóra kanningararbeiði, ið verður gjørt, fer at føra til, at Føroyar fara at fáa eina munandi inntøkukeldu afturat segði Johan Dahl, oljumálaráðharri, tá loyvini í 3. útbjóðing vórðu latin í Tinganesi mánamorgun
 
Oljuleitingin – eitt ljós í myrkurinum
Oddagrein:
 
Søgan um Stena Carron
Stena Carron, sum Stena Drilling hevur latið byggja hjá Samsung Heavy Industries í Geoje í Suður Korea, er eitt sokallað tvey-sporað aktivitets-, dynamiskt positións (DP) boriskip designað til at arbeiða alt árið á djúpum vatni.
 
 
Nú borar flaggskipið Stena Carron við markið
Heimsins mest framkomna boriskip, sum er bygt við serligum atliti til djúpt vatn og ringar verðurumstøður sum tær við Føroyar og Hetland, hevur nú sett borin í skamt frá føroyska markinum. Hetta kann gerast byrjanin til eina nýggja og spennandi tíð á Atlantsmótinum.
 
Oljuleiting vestan fyri Hetland stóran týdning fyri okkum
Bretskir myndugleikar hava júst kunngjørt úrslitið av 25. útbjóðingini vestan fyri Hetland. Hon vísir framhaldandi stóran áhuga fyri økinum. -Vit eiga at geva tilgongdini her stóran gætur, tí hon kann fáa stóran týdning fyri føroyska økið eisini skrivar Jan Müller í hesi analysuni.
 
Faroe Petroleum brettur upp um armar
Faroe Petroleum var tað einasta oljufelagið til 3. føroysku útbjóðingina, sum var við í tveimum umsóknum umframt at felagið í ár hevur verið við í trimum øðrum útbjóðingum aðrastaðni.
 
Útbjóðing – bæði og
Oddagrein:
 
Oddagrein: Útbjóðing – bæði og
Í vikuni fingu vit at vita, hvussu mong feløg hava søkt um leitiloyvi í 3. Útbjóðing. Úrslitið var bæði gott og minni gott. Tríggjar umsóknir komu frá fimm feløgum. Í undanfarnu rundunum varð áhugin væl størri. Men tað eru orsøkir til tess. Í fyrstu útbjóðingini í 2000 vórðu 23 umsóknir umboðandi 17 oljufeløg. Fýra ár seinni vórðu 9 umsóknir frá 8 feløgum. Taka vit sjálv tølini yvir umsóknir og feløg, er greitt, at her er stór afturgongd. Men tølini skulu takast við fyrivarni.
 
Atlantic Petroleum í góðum hýri
Jaligt úrslit frá suður Chestnut, nýtt frá Chestnut oljuleiðini, og luttøka í 3. føroyska útbjóðingarumfari sigur Atlantic Petroleum í tíðindaskrivi
 
Oddagrein· 3. november spennandi dagur
Tað eru fleiri áhugaverdir og týdningarmiklir dagar í november í ár. 4. november er forsetaval í USA. 11. november eru val til bý- og bygdaráð kring landið. Og enn ein sermerktur dagur í november er nú mánadagin 3. november. Henda dag skulu umsóknir til oljuleiting á føroyska landgrunninum verða inni hjá Jarðfeingi. Lítið hevur verið at frætta um áhugan. Sjálvandi fara stóru oljufeløgini, sum ætla at søkja, ikki at kunngera hetta í miðlunum, áðrenn tey lata myndugleikunum umsóknir. Og vanliga mannagongdin hevur verið, at feløgini møta hjá Jarðfeingi tann dagin freistin gongur út, og tað er á middegi nú mánadagin. So vit kunnu bara vóna, at kallendarin hjá Jarðfeingi mánadagin fyrrapart er fullur.
 
 
Norska oljuævintýrið í Arktis stýrt úr Føroyum
Norski oljurisin StatoilHydro er tað oljufelagið, sum gongur á odda í leitingini eftir kolvetni í Arktis, eitt nú Grønlandi. Og tað er eingin minni enn fuglfirðingurin Rúni M. Hansen, stjóri í Statoil Exploration í Føroyum, sum hevur ábyrgdina fyri hesum nýggju leitiøkjunum. Í dag fáa vit at vita, um StatoilHydro eisini er við í 3. útbjóðingini í Føroyum.
 
 
Soltin leitiútbjóðing
Tað vera ikki tey mongu og stóru oljufeløgini, sum verða við í eini nýggjari leitirundu á føroyska landgrunninum.
 
 
Føroysku oljufeløgini í góðum selskapi - saman við StatoilHydro
Triðja útbjóðingarumfar til oljuleiting í føroyskum øki latið aftur. Føroysku partaeigararnir í føroysku oljufeløgini kunnu fegnast um at vera í bólki saman við oljurisanum StatoilHydro.
 
 
Gassframleiðsla vestan fyri Hetland skjótt veruleiki
Stóra franska olju- og gassfelagið Total setir nú av álvara spónin í gassgoymslurnar vestan fyri Hetland. Felagið hevur í kvittanum at brúka 5 milliardir krónur komandi fimm árini at byggja út gasskelduna Laggan. Hetta kann fáa stóran týdning fyri framtíðar gassfund við Føroyar eisini.
 
Friðarlig útbjóðing
Nú tað er minni enn ein mánaði til freistin at lata umsóknir til 3. útbjóðing gongur út er einasta viðmerkingin vit fáa frá stjóranum á Jarðfeingi, Petur Joensen, at tað er friðarligt á økinum. Bíðað verður eftir at feløg fara at koma við umsóknum, men enn vita tey hjá Jarðfeingi lítið og einki um, hvat úrslitið verður.
 
Hava oljufeløgini framvegis áhuga fyri Føroyaøkinum?
Mong oljufeløg fara eftir tí trygga og brúka orkuna til útbjóðingar í kendum oljuøkjum so sum Noregi og Bretlandi. Men tað eru eisini feløg, sum vísa enn jomfrúuligum økjum sum Føroyum ans. Tað hendi til útbjóðingarnar í 2000 og aftur í 2004. Hóast turrar brunnar higartil, so kunnu brunnar, ið verða boraðir báðumegin markið í ár og næsta ár, gera, at fleiri oljufeløg eisini velja at vera við í 3. útbjóðingini skrivar Jan Müller í hesi analysuni.
 
 
Thor møguliga byggja tvey nýggj skip á Skála
So mikið væl hevur gingið við teimum báðum fyrstu frálandaskipunum, sum Thor hevur latið byggja á Skála, at leiðslan í felagnum í løtuni kannar fíggingarmøguleikarnar fyri at byggja tveir skip aftrat av sama slag.
 
AP framleiðir fyrstu oljuna
Atlantic Petroleum er farið undir fyrstu oljuframleiðsluna hjá felagnum á Chestnut oljuleiðini. Leiðin er útbygd við tí nýggja flótandi framleiðslupallinum, »Sevan Hummingbird«. Atlantic Petroleum eigur 15% í enska teiginum 22/2a, har Chestnut oljuleiðin liggur
 
Oddagrein· Tillukku Atlantic Petroleum
Tol og treiskni eru hugtøk, sum eyðkenna oljuvinnuna, og hetta kunnu stigtakararnir og mongu eigararnir í føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum sanna í dag, nú tað loksins hevur eydnast felagnum í sjálvum 10 ára føðingardagsárinum at taka fyrstu oljudroparnar upp úr undirgrundini. Felagið fór sambart tíðindum frá virðisbrævamarrknaðinum í morgun undir fyrstu framleiðsluna nakrantíð. Talan er um Chesnut oljukelduna, sum liggur í bretska partinum av Norðsjónum. Felagið eigur 15% lut í hesum loyvinum og skilst, at samlaða virði hjá AP er umleið 800 milliónir kr.
 
 
Bjartskygdur um oljubrunn á landgrunninum
Góðir møguleikar eru at gera eitt oljufund á føroyska landgrunninum, tá italska oljufelagið ENI saman við tí føroyska Føroya Kolvetni, fer at bora á Anne Marie leiðini í mai næsta ár. Hetta segði Richard Hardmann, bretskur jarðfrøðingur og nevndarlimur í Atlantic Petroleum UK á Oljutinginum í Havn í vikuni.
 
Freistin fyri 3. útbjóðing nærkast
Nú er bert hálvur annað mánaði eftir til, at umsóknirnar til leitiloyvi í 3. útbjóðing á føroyska landgrunninum skulu vera hjá Jarðfeingi. Tíðarfreistin er 2. november.
 
Richard Hardmann á oljutinginum
Týskvøldið 16. september verður aftur oljuting hildið í Havn Tá er gesturin eingin mætari enn Richard Hardmann, sum er sera kendur í altjóða oljuumhvørvinum og ikki minst í Føroyum, her hann hevur verið við í oljuleitingini frá byrjan. Richard Hardmann fer saman við Magna Laksáfoss, løgtingsmanni og fyrrverandi fíggjarmálaráðharra at tosa um oljuprísin.
 
Eni borar neyvan fyrr enn í mai
Boripallurin, sum italska oljufelatgið Eni skal brúka á Anne Marie prospektinum á føroyska landgrunninum, er enn einaaferð vorðin seinkaður.
 
 
Hví boraði BP ikki djúpri á Williamleiðini?
Undan boringini kunnaði BP á Oljutinginum um, at tað fór at bora niður á 4.750 metrar. Tá avtornaði varð bert borað niður á 3.350 metrar. Hetta var í tráð við avtaluna við føroyskar myndugleikar segði BP í tíðindaskrivi. Men hví BP ikki boraði djúpri stendur enn ósvarað. Jarðfeingið átti at verið meira opið í hesum máli skrivar Jan Müller í hesi analysuni av
 
 
West Phoenix skal bora sjeynda brunnin í Føroyum
Hann er spildurnýggjur og skal bora á landgrunninum næsta vár fyri ENI.
 
Áhugi fyri oljuleiting hóast turrar brunnar
Næstseinasta fríggjadag lat 3. útbjóðing til oljuleiting á føroyska landgrunninum upp fyri oljufeløgunum. Í hesum døgum verður útbjóðingartilfar sent út til áhugað feløg, her m.a. faldari við loyvisøkjunum á. Feløg skulu so søkja innan 3. november og verða loyvini latin innan árslok. Hetta upplýsir Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi.
 
 
Heimsins mest framkomna boriskip skal finna føroysku oljuna
Í næstu framtíð kemur heimsins mest framkoma og best útgjørda boriskip á leiðina millum Hetland og Føroyar. Talan er um Stena Carron, sum er bygt í Suðurkorea og sum komandi árini skal bora tíggjutals brunnar á Atlantsmótinum, her m.a. helst eisini á føroyska landgrunninum.
 
Granska í Aberdeen fyri at finna føroysku oljuna
Serfrøðingar og granskarar á lærda háskúlanum í Aberdeen eru farnir at kanna møguligar nýggjar oljukeldur, sum hava ligið fjaldar og gloymdar í meira enn 40 milliónir ár. Ein kanningarverkætlan í Hetlandsrennuni (Faroe-Shetland Basin, eitt av heimsins størstu basaltøkjum) hevur fingið játtað umleið 6 milliónir krónur í stuðuli.
 
 
Chevron leggur til brots á Føroyaøkinum
Amerikanska oljufelagið Chevron fer nú at gera seismiskar kanningar við markið og tilrættaleggur ”sidesurvey” á tí lovandi Súluprospektinum. Felagið fer í seinasta ársfjórðingi í ár at taka støðu til, hvat tað fer at gera í loyvi sínum á landgrunninum. Ein leitingarbrunnur er ein góður møguleiki
 
Oddagrein· Bitland – Samvit og Jarðfeingi
Tað eru daprar útmeldingar, sum koma í hesum døgum. Vit eru við at fiska niður fleiri av okkara fiskastovnum, oljan er vorðin so dýr, at tað kann ikki løna seg at veiða, skip verða løgd, virki lata aftur og soleiðis kundi verið hildið fram. Døpur útlit fyri partar av vinnuni, um somu tíð sum tað eisini eru glottar. Sundaberg komin heim við fullari last eftir bara seks vikum.
 
 
Umráðandi at halda grýtuni í kók
-Tað ræður um at halda grýtuni í kók og fáa so nógva vitan um undirgrundina sum yvirhøvur gjørligt sigur Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi, ið fegnast um, at StatoilHydro fer undir eina umfevnandi seismiska verkætlan.
 
 
Kanningar av havbotni skulu víðka um Føroyar
Kanningarnar hjá Sea Surveyor av havbotninum skulu stuðla uppundir krøvini hjá føroyingum til landgrunnin uttan fyri 200 fjórðingar bæði norðan og sunnan fyri Føroyar.
 
Oddagrein· Heppin gongd
Flestu okkara vóru vónsvikin, tá BP kunngjørdi, at Williambrunnurin var turrur. Hinvegin steðgar leitingin ikki, ”bara” tí at enn eitt hol er turt. Oljuleiting er langtíðarlig prosess, so seks brunnar eru ikki nakað stórt tal í einum stórum og nýggjum ókendum leitiøki sum Føroyar.
 
 
Helst tveir brunnar á landgrunninum í 2009
Tað verða helst boraðir tveir brunnar á landgrunninum komandi ár. Umframt brunn hjá ENI fer Chevron eftir øllum at døma eisini at bora ein brunn. Hesin verður tætt upp at markinum, nærhendis stóra Rosebankfundinum hinumegin markið, sum Chevron hevur ætlanir um at byggja út.
 
 
StatoilHydro herja á aftur á landgrunninum
Samanlagda StatoilHydro telist millum heimsins størstu oljufeløg, og tað fer nú undir eina sera umfatandi seismiska kanningarætlan á føroyska landgrunninum, norðaliga við markið. Rúni M. Hansen, stjóri dylur ikki fyri, at eydnast seismikkurin væl, so kann hetta enda við, at teir fara at bora ein brunn. Tá verða so helst eisini onnur oljufeløg boðin at vera við.
 
Fiskimálaráðið avgera lagnuna hjá Jarðfeingisstjóra í farloyvi
-Tað er so upp til Fiskimálaráðið at meta um, um teir vilja siga upp mítt farloyvi, nú eg eri farin at arbeiða fyri eitt oljufelag.
 
Alt fundamentið í smildur
-Skuldu vit havt alment innlit í mál, sum viðvíkja samráðingum við oljufeløg um nýggj leitiloyvi, so vildi alt fundamentið, sum vit byggja á, farið í smildur. Hetta sigur Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi, nú Sosialurin og Rás2 ikki fáa alment innlit í eitt nú sáttmála millum BP og Jarðfeingi.
 
Sigurð í Jákupssstovu sagt farloyvið frá sær
Fiski- og Tilfeingismálaráðið fer nú at søkja eftir nýggjum stjóra til Jarðfeingi. Hetta hevur Tórbjørn Jacobsen avgjørt, nú Sigurð í Jákupsstovu, sum hevur havt farloyvi frá stjórastarvinum, í vikuskiftinum tók sítt farloyvi aftur, nú hann fer í starv sum tekniskur stjóri hjá Atlantic Petreolum visti Rás2 at siga frá á middegi í gjár
 
 
Stórar vónir til Anne Marie brunnin
Í apríl næsta ár verður sett á at bora sjeynda leitibrunnin á føroyska landgrunninum. Tað er á Anne Marie leiðini. Oljufeløgini ENI, Faroe Petroleum og Sieco eru við í hesi spennandi verkætlanini.
 
Nýggj oljufeløg vísa áhuga
Nú Jarðfeingi hevur latið upp fyri gomlum data frá leiting og kanningum á føroyska landgrunninum hevur tað víst seg, at fleiri ”nýggj” oljufeløg hava víst hesum ans og hava ynskt at fáa upplýsingar og at verða kunnað sohvørt
 
 
Samd vinnunevnd
Vinnunevndin hevur nú viðgjørt uppskotið til 3. útbjóðing til oljuleiting á landgrunninum og heitir á tingið um at samtykkja uppskotið, sum Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður legði fyri tingið herfyri.
 
 
Vóni vit raka við olju í undirgrundini
-Tað hevur stóran týdning at skapa góðar karmar fyri oljuleitingarvirksemi á føroyska landgrunninum, soleiðis at vit vónandi raka við olju í undirgrundini sigur nýggju oljumálaráðharrin Tórbjørn Jacobsen.
 
Væntar keyp og saman-leggingar í oljuvinnuni
Roknað verður við samanleggingum í altjóða oljuvinnuni eins og fyri tíggju árum síðani, og tað er ikki óhugsandi, at føroysk oljufeløg verða keypt, sigur stjórin í Faroe Petroleum
 
Útlit fyri oljugransking í Esbjerg
Góð útlit eru fyri, at peningur verður settur av til ein olju-granskingardepil í Esbjerg, nú danska stjórnin er farin undir seinasta samráðingarumfar um orkupolitikkin komandi árini
 
Tørvur á oljuframsýning
Esbjerg dugir ov illa at marknaðarføra seg innan altjóða oljutøkni, halda fólk í vinnuni, sum eftirlýsa eina størri oljuframsýning. Betri karmar fyri slíkum framsýn-ing-um eru nú at hóma
 
 
Kolvetni kunnu liggja djúpri
-Av tí, at tað ikki kann útilokast, at kolvetni kunnu vera djúpari, enn nú er borað til, er brunnurin ikki endaliga, men fyribils frágingin. Tað verður tí lættari hjá møguligum áhugaðum feløgum at halda fram við boringini sigur Tórbjørn Jacobsen, oljumálaráðharri í viðmerking
 
Føroyskur landabásur á Offshore Europe
TÍÐINDASKRIV
 
 
Eingin olja í William
BP boraði niður á 3.351 metrar og fann onga olju sigur felagið í skrivi
 
Sagex hunting elephants
Grein frá Sagex í serblaði um oljuvinnuna
 
Oljan er kanska uttanfyri 200 fjórðingar
Nú tíggju ár eru farin, síðani føroyingar byrjaðu at leita eftir olju, er framvegis eingin olja funnin. Áhugin fyri føroyska økinum er framvegis til staðar, tó at hann ikki er so stórur sum síðst í 90-árunum. Men nýggjar føroyskar leiðir uttanfyri 200 fjórðingar kunnu kanska kveikja áhugan aftur, tí Føroyar gera nú krav upp á risastór økir norðanfyri og fyrireika líknandi krøv í ein útsynning
 
Williambrunnurin helst turrur
Oljuleiting við Føroyar hevur eftir øllum at døma fingið enn eitt skot fyri bógvin. Oljufelagið BP og føroyska oljufyrisitingin Jarðfeingi fara helst longu í morgin at boða frá, at sætta oljuboringin á føroyska landgrunnin er eitt vónbrot.
 
Large challenges lie ahead
Lýsingargrein frá serblaði um oljuvinnuna
 
Oljuleiting við Føroyar – framvegis áhugaverd
 
Oljumálaráðharrin vitjaði á Jarðfeingi
Í farnu viku vitjaði Tórbjørn Jacobsen, oljumálaráðharri á Jarðfeingi, har hann fekk eina gjølliga frágreiðing um, hvussu Jarðfeingi arbeiðir, hvørjar uppgávurnar eru og hvørji mál kolvetnisfyrisitingin raðfestir høgt.
 
Faroexpo 2008
Lýsingargrein frá serblaði um oljuvinnuna
 
Oljan dryppar á ferða-vinnuna
Við nýggjum og øðrvísi krøvum til gisting og mentan hevur oljuvinnan av álvara sett ferð á ferðamannatilboðini í Esbjerg. Samstundis er oljuvinnan sjálv vorðin eitt vælumtókt ferðamál í býnum
 
Williamboring gongur móti endanum
-Vit fara at senda tíðindakriv út um úrslitið av Williamboringini um ikki so leingi. Samtíðis fer eisini fyristøðufelagið BP at senda út tíðindaskriv. Hetta sigur stjórin í Jarðfeingi, Petur Joensen, nú tað eftir øllum at døma gongur móti endanum í óivað mest kostnaðarmiklu boriverkætlanini í føroysku oljusøguni.
 
Increased activity in the offshore industry
Lýsingargrein í serblaði um oljuvinnuna
 
Lági oljuprísurin kann ávirka leitingina við Føroyar
Flestu oljufeløgini vænta, at prísurin á ráolju verður rímiliga lágur tað næsta árið og kanska longri enn tað. Men hóast prísurin er fallin, verða nógvir pengar brúktir til at finna nýggjar leiðir, og Føroyar eru ikki gloymdar í hesum høpi
 
The ambtious Faroe Petroleum
Grein hjá Faroe Petroleum í serblaði um oljuvinnuna
 
Gullkálvurin
Bara tað, at Móses drálaði eina løtu við komu síni niður aftur av fjallinum, var nógmikið til, at fjøldin hvakk í sínum aga. Gitingar hava verið fram til okkara dagar, hví hann mundi vera so seinur omanaftur av Sinai, men sambært gomlu paktini hevði hann meira enn nógmikið at samskifta við Harran um. Ímeðan linkar fólkið í kongunum við fótin á fjallinum, og Áron fer undir heimsgitnu gerðina, at smíða ein gullkálv, og endin verður, at fjøldin andvegis skurguðinum samfeld rópar: ”Her, Ísrael, er gud tín, ið leiddi teg út úr Egyptalandi!” Tey flestu kenna framhaldið av hesi alkendu og skakandi søgu
 
Gateway to the Faroes
Lýsingargrein frá serblaði um oljuvinnuna
 
Frá fiskikreppu til oljuævintýr
Oljuvinnan spardi ikki bara fiskivinnuni í Esbjerg fyri ein spakuligan og pínufullan deyða. Hon gjørdist eisini bjargingin hjá býnum, metir olju- og søgufrøðingurin Morten Hahn-Pedersen
 
 
Atlantsmótið jaliga umrøðu í altjóða oljublað
Ein turrur Williambrunnur verður eitt bakkast fyri føroyska oljuleiting. Men ikki neyðturviliga nøkur katastrofa. Tí fleiri aðrir brunnar standa fyri framman báðumegin markið. Á bretskum øki verður tosað um stórar útbyggingarætlanir. Serstakt fokus er her á Rosebankkelduna skamt frá føroyska markinum.
 
In a waiting position
Lýsingargrein frá serblaði um oljuvinnuna
 
Føroyar mugu vera til reiðar
Oljufólk eru eitt ótolið fólkaslag. Tí mugu Føroyar vera til reiðar, so tey sleppa í gongd so skjótt, oljan er staðfest, sigur sølustjóri í oljuvinnuni
 
 
Toftamaður umsitur 20 oljumilliardir
Tummas Hansen av Toftum man vera tann føroyingurin, sum umsitur flest milliardir. Sum fíggjarstjóri hjá Shell skal hann hava eyguni eftir teimum 20 milliardunum, sum er parturin, ið oljufelagið fær burtur úr danska oljuævintýrinum. Hann umsitur eisini leitiloyvini, sum Shell hevur í Føroyum.
 
Bitland – a knowledge bank
Lýsingargrein frá serblaði um oljuvinnuna
 
Flyta stórt og smátt
um allan heimin
Líka síðani stovnanina í 1972 hevur Blue Water Shipping fingist við flutning fyri olju- og orkuódnaðin, og umfatar hetta virksemið nú flutning um at kalla allan heimin
 
Atlantic Petroleum: Chestnut helst tvífalt so stórt
Atlantic Petroleum hevði eitt hall í 2007 á 76 mió. krónur. Framleiðslan á Chestnut-leiðini er nógv seinkað, men nú bendir nógv á, at nøgdin av kolvetni er tvífalt so stór, sum upprunaliga hildið. Leygardagin heldur Atlantic Petroleum sín 10. ársaðalfund
 
StatoilHydro spending millions on the Faroe area
Grein frá serblaði um oljuvinnuna
 
Faroe Petroleum – eitt virkið felag
At føroyska olju-felagið Faroe Petrol-eum hevði hall á rokn-skapinum í fjør er ikki minst eitt tekin um, at felag-ið er virkið sum leit-ingarfelag, og hóast hallið er felagið væl fyri fíggjarliga til at átaka sær uppaftur fleiri uppgávur í framtíðini
 
 
Nógv áhugavert at síggja í føroysku undirgrundini
Bæði føroyskir jarðfrøðingar og oljufeløgini eru samd um, at tað á føroyska landgrunninum er nógv eftir, sum er áhugavert at kanna. Tað eru t.d. nógvir stórir strukturar, sum kunnu vera oljugoymslir, hóast tað ikki nýtist at vera so. At pakka saman við tað fyrsta rokni eg als ikki við, at oljufeløgini gera, hóast einki rakstrarverdugt oljufund er gjørt enn. Tað fara í hvussu er at ganga mong ár, áðrenn oljufeløgini geva skarvin yvir segði Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi í samrøðu við útvarpsrásina Rás2 herfyri.
 
Faroe cultural invasion
Grein frá serblaði um oljuvinnuna
 
Esvagt á veg út í heim
Tað byrjaði við tveimum umbygdum trolarum. Nú teljast vaktar- og bjargingarskipini hjá Esvagt í Esbjerg millum tey best útgjørdu í frálandavinnuni í Norðsjónum. – Næsta stig verður altjóða frálandavinnan, sigur tvørámaðurin og stjórin á Esvagt, Ovin Carlsson
 
 
BP borað í fimm mánaðir
-Vit bora enn, men vit siga framvegis einki um, hvussu gongur. Tað einasta eg kann siga er, at vit hava verið sera óhepnir við veðrinum, sum hevur tarnað boringini nógv. Hetta sigur Hjarnar Djurhuus, stjóri hjá BP í Føroyum.
 
International Opportunities at ONS
Grein frá serblaði um oljuvinnuna
 
Esbjerg var tað rætta valið
At tað var rætt av Smyril Line at lata Norrønu sigla upp á Esbjerg uttan fyri summarsiglingina sæst á bæði ferðafólkatalinum og farmanøgdini, og vánirnar eru góðar
 
 
Geysir sær stórar møguleikar í Føroyum
-Vit hava havt eitt sera gott samstarv við Atlantic Petroleum, og vit síggja fram til at halda fram við hesum samstarvi eitt nú í komandi triðju útbjóðing. Vit meta góðar møguleikar vera fyri at finna olju í føroysku undirgrundini innan nøkur ár. Tað sigur ein av stjórunum í Geysir, Dag O Larsen.
 
Faroese are professional
Grein frá serblaði um oljuvinnuna
 
Esbjerg freistar við oljustørvum
Við víðfevndum átaki taka oljufyritøkur og kommunan nú lógvatak saman um at nøkta stóra tørvin á arbeiðsmegi í oljuvinnuni í Esbjerg
 
 
Tveir áhugaverdir brunnar borast við markið í 2008
So stórar eru vónirnar til Cambo oljufundið bretskumegin markið, at tveir avmarkingargrunnar verða boraðir í 2008. Hesir kunnu fáa stóran týdning fyri leiting í okkara øki
 
Groundbreaking traceability system for the oil industry
(Hendan greinin stendur eisini á føroyskum í dagsins blað) With software, which makes it possible to control and coordinate all knowledge on components and people, a Faroese company in Copenhagen has carved out its own special niche in the offshore industry
 
Dýrabærir dropar bíða
Framtíðin hjá Dan-mark sum olju-tjóð er treytað av nýggjari tøkni til at útvinna seinastu oljugoymslurnar í Norðsjónum, stað-festir formaðurin í Danish Offshore Industry, Kai B. Olsen
 
 
Boripallur í vandasjógvi til Føroya í summar
Boripallurin Transocean Rather, hvørs hjálparskip í gjárkvøldið koppaði skamt frá føroyska markinum, skal bora Williambrunnin fyri BP á føroyska landgrunninum í summar
 
Exciting times for Atlantic Petroleum
Grein frá serblaði um oljuvinnuna
 
Oljuleitingin gongur óvissari framtíð á møti
Analysa
 
 
Transocean Rather borar aftur við markið
BP skal brúka pallin at bora William í summar – óvissa um hann verður klárur tá, nú bæði veður og óhapp hava tarnað stóru boriætlanini hjá Chevron
 
Eight years since the first exploration licenses – still much activity
Viðmerking frá Torbirni Jacobsen, landsttýrismanni í oljumálum, í samband við stóru altjóða oljuráðstevnuna í Stavanger
 
14 milliónir til oljuvitan
Við milliónajáttan frá Vísundamálaráðnum kann vitanardepilin Offshore Center Danmark nú fara undir fýra stórfingnar verkætlanir
 
 
Blokk urin
Elsba Hardlei farin
Flestu prestarnir víga fráskild
Gudloysi
25 ára starvsdagar
Nýggjar inntøkur, sparingar og reformar
Fakfeløg heita inniliga á dómarar um at siga upp
Prestar kunnu nokta
Fólkaatkvøða
Andlát og jarðarferðir
Gávugóðs til djarva listakvinnu
 
Import.fo
Eikin
Rio Bravo
Kiosk Sosialurin
Sosialurin  ·  Box 76  ·  Vágsbotnur  ·  FO-100 Tórshavn  ·  Tel +298 341800  ·  Fax +298 341801  ·  post@sosialurin.fo
Powered by Dynamic Paper ®